Kishore Kumar Hits

Ave - Rekaviður şarkı sözleri

Sanatçı: Ave

albüm: AVE


Eitt vatnglas í oyðimørk,
Sum eingin fær drukkið úr.
Trilvandi, ferðandi,
Leitar sær friðarskjól.
Pappírskip í melduródn
Rekur móti gosfjalli.
Søkkandi, brennandi,
Finnur einki friðarskjól.
Rekaviður,
Rekandi.
Rekaviður,
Reka vit.
...
Eingin sær eitt loyndarmál
Uttan tað er latið úr.
Skríggja út, dryppandi,
Regnar yvir ósek heim.
Eingin veit eitt brotið orð
Uttan tað er tagnandi.
Regnar inn í sekan heim.
Leitar sær friðarskjól.
Rekaviður,
Rekandi.
Rekaviður,
Reka vit.
Rekaviður,
Rekandi.
Rekaviður,
Reka vit.

Поcмотреть все песни артиста

Sanatçının diğer albümleri

Benzer Sanatçılar