Í prinsippinum Er flogfarið ein fuglur við motori Vegirnir Hondtøk í jarðskorpuna Stríða seg gjøgnum fannir av tiðnaðum orðum Endaleysar akfarsrøðir á veg til arbeiðis Yvir í kioskina eftir sigarettum og bløðum Ella við kós móti kirkjugarðinum. Tað er sovorðin órógv yvir vøtnunum. Fagrar sjónir spyrja tíðina Hvat er tað fyri blómur, sum anga millum sekundini Hvar fara sekundini, tá tey fara? Regnskjólini fúka við hvirlunum Prika holur í himmalhúðina. Ælabogin tvørtur um sundið Ein brúgv av ljósi og litum (Men eisini støddfrøðiligi frymilin Undir kuplunum og akvaduktunum)