Hákunnardrongur situr við tína song Og leggur tær torvmold í eyga, Hann syngur eina vísu um, at náttin er so long Og tú má honum lova, At tú legst at sova, Tá sleppur tú í dreymaland At spæla til tað lýsnar So banka tit á portrini í stóru dreymaborg Sum opnast - og tit trína innar í vakrar urtagarðar har einki eitur sorg Tit ganga eftir gøtum á blómuprýddum fløtum, Har littir fuglar syngja So vakurt fyri tær So ríða tit á mánastrálum eftir himnabrúgvum Og stjørnurnar lýsa tær á veg Tær hanga undir hválvinum í smáum bjørtum rúgvum, Og sum klokkur tær ringja, Sum einglar tær syngja Og ynskja, at eydnan Skal fylgja tær á veg Tú vaskar tær í silvitni, sum mánin hin klári í nátt letur dansa á vág, Og norðlýsið bjarta tær tváar inn hárið, Tú tornar á strondum í ævintýrlondum, Og stjørnudust flættar Tú í títt reina hár Men út móti morgninum, Hákunnardrongur Teg leiðir heim í tína song, Nú sleppur tú ikki at spæla har longur, Tí dagur fær nátt Til at fella í fátt, Og dreymarnir hvørva Tá ljósið er nær