Kishore Kumar Hits

Sakaris - Aalborg şarkı sözleri

Sanatçı: Sakaris

albüm: Aalborg


Eg vil aldrin aftur síggja teg
Eg vil aldrin aftur leypa so djúpt í ta grøv
Sum tú grevur mær hvønn evig einasta dag
Og eg søkki bara longur niður hvørja ferð
Eg vil vraka teg
Havi funnið mær ta styrki ið tað einaferð krevur
At viska teg vekk úr míni tilveru
So eg kann bara koyra ahead við sjálvum mær
Á góðasta
Brotnað lítla beistið hjá mær
Eg elski teg
Men tú gert tað ikki lætt fyri meg
Á góðasta
Brotnað lítla beistið hjá mær
Eg elski teg
Men nú noyðist eg at fara mín veg
Eg vil aldrin aftur føla teg
Eg vil aldrin aftur merkja tann hita ið eg merki tá ið tú fevnir meg
Tað er onki undur at eg blívi við at standa í stað
Tí tú pissar í mítt kornfleks hvønn tann einasta dag
Tú ert eitt innantómt fimm-stjørnað hotel
Tú ert tað vakrasta eg nakrantíð havi blakað í skrell
Eg kann bert vóna at eg gloymi alt tað vit hava deilt
Eg kann bert vóna at ein dagin ert tú horvin heilt
Á góðasta
Brotnað lítla beistið hjá mær
Eg elski teg
Men tú gert tað ikki lætt fyri meg
Á góðasta
Brotnað lítla beistið hjá mær
Eg elski teg
Men nú noyðist eg at fara mín veg

Поcмотреть все песни артиста

Sanatçının diğer albümleri

Benzer Sanatçılar