Kishore Kumar Hits

Sakaris - Lítla Skeið şarkı sözleri

Sanatçı: Sakaris

albüm: Lítla Skeið


Hvussu hevur tú tað, maður?
Ert tú serliga glaður?
Kanst tú geva mær eitt ja ella nei?
Eg spyrji teg so sjálvdan
Berir tú teg sjálvan?
Tað er jú 75 kilo ella meir
Tað kundi verið lættari
Tað kundi verið lættari
Eg eri nokkso móður
Síggi ongan gróður
Hóast fræini eg spjaði yvir alt
Enn ein annar dagur
Taki tað sum ein maður
Men um náttina gerst tað eitt sindur kalt
So kann eg vera lítla skeið?
Kann eg vera lítla skeið í kvøld?
Eg skjóti yvir tað heila
Uttan at sikta
Og eg raki ikki ein skid
So eg leggi mína búrsu
Og royni aftur í morgin
Men í kvøld vil eg hava frið
Eg vil vera lítla skeið
Eg vil vera lítla skeið í kvøld
Alt hetta grenjið er púra líkamikið
Tað ræður um at spenna seg fastan
Tað fer upp, tað fer niður
Aftur og aftur
Sama ger um eg fylgi við
Men kann eg vera lítla skeið í kvøld?
Eg eri nokkso móður
Av at gera alt sjálvur
Kann eg lossa eitt sindur omaná teg?
Kann eg droppa mína masku
Og vera ein fiasko
Uttan at tú dømir meg?
Ja, eg eri nokkso móður
Síggi ongan gróður
Hóast fræini eg spjaði yvir alt
Enn ein annar dagur
Taki tað sum ein maður
Men um náttina gerst tað eitt sindur kalt
Kann eg vera lítla skeið?
Kann eg vera lítla skeið í kvøld?
Alt hetta grenjið er púra líkamikið
Tað ræður um at spenna seg fastan
Tað fer upp, tað fer niður
Aftur og aftur
Sama ger um eg fylgi við
So kann eg vera lítla skeið?
Kann eg vera lítla skeið í kvøld?
Ja, eg vil vera lítla skeið
Eg vil vera lítla skeið í kvøld

Поcмотреть все песни артиста

Sanatçının diğer albümleri

Benzer Sanatçılar