Kishore Kumar Hits

Kim Hansen - Jól Eru Nær şarkı sözleri

Sanatçı: Kim Hansen

albüm: Alt


Nú dagarnir styttast og jól eru nær
Summarið grætur og veturin lær
Nú kavi og kuldi er gerandislag
Men tú ert tann sama hvønn dag
So heimlig sum havið so svinn sum ein sól
Um várið, á vetri og uppundir jól
Kalendaraljósið tú tendrar hvønn dag
Men tú ert tann sama hvønn dag
Hóast lønin er lítil so hugnar tú um
Pyntar við greinum og nissubørnum
Bakar og hoyrir eitt pent jólalag
Men tú ert tann sama hvønn dag
Kalt er harúti, men inni er flótt
Tú stákast og jólini nærkast so skjótt
Tú hevur keypt gávur og grannvaksið træ
Men tú ert tann sama hvønn
Tá klokkurnar ringja syngur tú við
Føgur er foldin um gleði og frið
Hjá menniskjavini í føðingardag
Men tú ert tann sama hvønn
Tú vísir mær kjólan tú ætlar tær í
Og spyrt um eg havi um jólini frí
Men tú kennir svarið og smílist tí glað
Tí tú ert tann sama hvønn dag

Поcмотреть все песни артиста

Sanatçının diğer albümleri

Benzer Sanatçılar