Hey, vit eru 200, baby, og punkarar eru vit, ja-ha Trummur, bass og gittar og grefligt kjaftaslit Og vissi tú kemur her og sigur, at okkara argumentir eru for tunn So koma vit bara eftir tær við pappmasjéfokkjúfingrinum. Gimpar, hasj og Helviti, baby, tað er tað, tað snýr seg um Illbønir og rópikór til oyruni eru slitin tunn Og vissi tú kemur her og sigur at, loysingarfólk eru dumm So sleppur tú bara at smakka eitt sindur av pappmasjéfokkjúfingrinum Eru vit peppaðir? Ja 200% Eru vit punkarar? Ja 200% Eru vit loysingarmenn? Ja 200% - Mikael ... S, P ella K? - S - Sambandsmaður? - Fokk jú! - Niels ... S, P ella K? - P - Hvussu nógv prosent? - 200% Vit eru 200, baby, og punkarar eru vit, ja Trummur, bass og gittar og ræðuligt kjaftaslit Vit gera kanska ov nógv av í so ógvusligt Men hálvhjartaður punktónleikur er alt for bygdasligt