Gevið ljóð og lýðið Meðan eg gangi í dans Tað vóru ikki frægari saman Enn Álvur og rekkar hans Draga teir sínar sjódrekar Oman úr tøttum neysti Tá stóð fast í knarrar hæli Leyp so fram og goysti Gýltan spora við mín fót eg spenni So temji eg mínar gangarar Tann góða lati eg renna Tað var mín hin fyrsti dreymur Tá ið eg heiman sigldi Logi leikar á øllum teim Ið Álvi kongi fylgdu Tað var mín hin annar dreymur Tá ið eg heima var Allir stoyttust á drekans borð Og duttu so niður í kav Gýltan spora við mín fót eg spenni So temji eg mínar gangarar Tann góða lati eg renna Tólv merkur í reyðargulli Tað skal vera títt Vilt tú, Óðin, æsa kongur Loysa høvur mítt? Tað var reysti Óðin kongur Stoyttist í jørðina niður Tær gevi eg nú, Rókurin svarti Lív og fagran sigur Gýltan spora við mín fót eg spenni So temji eg mínar gangarar Tann góða lati eg renna