Kishore Kumar Hits

Annika Hoydal - Nú liggur ein kavafonn şarkı sözleri

Sanatçı: Annika Hoydal

albüm: Til børn (+ vaksin)


Nú liggur ein kavafonn tindi á
Og gler er í áum og tjørnum
Og stormurin leikar um fjøllini há
Nú er einki veður hjá børnum
Nú dagur er stuttur, og nátt er long
Og glerpípur hanga á taki
Og títtlingur høvur sítt undir vong
Nú stingur hálvdeyður í raki
Nú sita smábørn í stovu still
Og lurta so væl eftir søgum
Um menn so góðar, og trøll so vill
Sum livdu í avgomlum døgum
Vit hoyra um Øskudólg, dreingin tann
Ið kongsdóttur fekk sær til brúður
Og Krákudóttur, sum fekk sær ein mann
Ið var sær ein kongssonur prúður
Og vit hoyra sagnir um fornu tíð
Um Trónd og um Sigmund hin reysta,
Um bardagar miklar og harðligt stríð
Um vápnaleikin hin mesta
Tær søgur, tær søgur, tær ljóða væl
Tær leggja vit okkum í minni
Tær læra vit fegin í hópatal
Á kvøldi í stovuni inni
Men uppaftur sólin vil ljóma á fjøll
Á fagrasta hásummardegi
Og blómubros leikar um víðan vøll
Tá fáa vit almikla gleði

Поcмотреть все песни артиста

Sanatçının diğer albümleri

Benzer Sanatçılar