Kishore Kumar Hits

Vágaverk - Medistari í karri şarkı sözleri

Sanatçı: Vágaverk

albüm: Vágaverk


Sigmund æt ein drongur sum eg kendi her í býnum.
Mamman Jakobina seldi vaflir undir krígnum
Tey búðu í ein grønum húsum uppi undir Varða
Og Sigmund átti búður har hann hevði ein taman stara
Og ein dag uppundir ólavsøku mundi endað galið
Tá hevði hann svølgt ein staralort og fór á hospitalið
Hin gamla stóð í túninum so korkareyð í fjesi
áh hasin dummi hundurin hann heldur seg vera eitt vesi
So flutti hann til Danmarkar, trúðlovaðist Mikalu
Hon dóttir var ein slaktara við farsi sum spesiali
Mikala gjørdist bumbutjúkk og føddi sonin Gundur
Og Sigmund stóð við hvørnina sum elti farsi sundur
Tað næsta sum eg hoyrdi var at Sigmund var forsvunnin
Teir leitaðu og dreggjaðu men aldri bleiv hann funnin
Nú hevði hann so segði hann júst fatur í tí rætta
Tað var nú ólukksáligt ha? . men soleiðis var hatta
So gekk man og funderaði og tú hevði væl gjørt tað sama
Um grundirnar og orsøkir og hví og allan trama
Men best sum er eitt leygarkvøld varð hend gátan svarað
Tað hendi við eitt reisigildið uppi undir Varða
Mín góði vinur Jóan Karl vað byrjaður at reirast
Eitt typehús var úrslitið og hetta mátti feirast
Við borið sótu hann og eg og systkinabarnið Harry
Menuin var ein øl og so medistari í karry
Vit sita so og eta har og práta um tað farna
Um kreppuna í landinum og um skutarin hjá Arna
So bítið eg í okkurt hart og sviðin er so meinur
Ein knykil er í pylsuni so harður sum ein steinur
Eg spýtið út og tað sum datt á borið var ein ringur
Ovalur og skamfílaður úr deiggjinum hann stingur
Graveringin fekk heilarútmur heilt upp á hægsta skala
Har stóðu nøkur tøl og so til endands tín Mikala
Sum ryssa yvir deyðum fylið sótu vit gemalar
Og gløddu hvør at øðrum tríggir bleikir kannibalar
Við Sigmundi í tarminum vit sótu samanlæstir
Men skuldið hann nú etast ja so vóru vit væl næstir
Ja tað er ikki lukkuligt segði eg við Harry
At enda sínar dagar sum medistari í karry
Vit hildu líkasum ervi saman kvøldið eftir
Av trygdarávum ótu vit rabarbugreyt og knettir

Поcмотреть все песни артиста

Sanatçının diğer albümleri

Benzer Sanatçılar