Drongurin kom inn í køkin ein dagin Hugdi upp á mammuna og segði so smæðin Góða mamma, allir mínir vinir flenna Teir vilja ikki við meg kenna tá ið eg tosi Tá teir siga ei, tá sigi eg oy Og tá teir siga nei, tá sigi eg noy, tað er løgið! Góða mamma sig mær Hvat er galið við mær, eg vil tað vita Men tað sum eg haldi er allarmest galið Tað er tá eg eri í Gundadali og hyggi Har seti eg meg í skýlið, eg rópi hart og ýli KOYR Á KÍ Eg haldi jú við HB, eg eri havnarmaður Men korar KÍ tá verið eg glaður, sikken tossi Góða mamma sig mær Hvat er galið við mær, eg vil tað vita Nú drongurin leingi hevði havt orðið Setti mamman seg niður við borðið og hon segði Pápi tín, sum heldur við HB Hann er ikki tín rætti pápi, tað skalt tú vita Tí í Klaksvík býr tín ektaði babba Har eigur tú eina ommu og abba, ver tú glaður Eg má hesi boðini bera Og tú mást ikki keddur vera, tá ið eg sigi Sonur pápi tín býr ei í Tórshavn, hann býr í Klaksvík At vita tað, tað er títt minsta krav Sonnur pápi tín býr ei í Tórshavn, hann býr í Klaksvík Og tað skalt tú bara vera stoltur av