Tá eg var føddur, mamma var glað Ongantíð fór hon frá mær Eg nærkeika fekk, mussar og klemm Graaaaaaat eg, so var mamma hjá mær Og kossar eg fekk í túsundatal Kærleika, smíl og góð minnir Takk góði Gud fyri at tú gav mær hesar kvinnur Tá eg var lítil, tá var tað gott At detta inn á gólvið hja ommu Hon gav mær bollar, kakur og théeeeeee Søgur og okkurt bommið Og kossar eg fekk í túsundatal Kærleika, smíl og góð minnir Takk góði Gud fyri at tú gav mær hesar kvinnur Tá eg bleiv 18 og verðin var mín Tá møtti eg vakrasti kvnnu Hetta er makin, hugsaði eg Neyvan eg fittari finni Og kossar eg fekk í túsundatal Kærleika, smíl og góð minnir Takk góði Gud fyri at tú gav mær hesar kvinnur Tann fagrasta gáva, sum givin er mær Fekk eg tá eg var tjúgu Tá kom ein genta í henda heim Borðin av mínari frúu Og kossar eg fekk í túsundatal Kærleika, smíl og góð minnir Takk góði Gud fyri at tú gav mær hesar kvinnur Eg bleiv so eldri og nærkaðist trýssjjjjj Gráur og tunnur um vangan Tá kom ein genta yvir til mín "Kom abbi og didda at ganga" Og kossar eg fekk í túsundatal Kærleika, smíl og góð minnir Takk góði Gud fyri at tú gav mær hesar kvinnur Nú eri eg gamal Fimm og fýrs árrrrr, eg orki ei meira at sjabba Sjálvt um ein genta hálar í meg Kallar meg sín langa abba Og kossar eg fekk í túsundatal Kærleika, smíl og góð minnir Takk góði Gud fyri at tú gav mær hesar kvinnur Eg inn leggi árar, hetta var tað Skjótt er mítt tímaglas runnið Men áðrenn eg fari burtur her frá Skal ljóða av mínum munni Og kossar eg fekk í túsundatal Kærleika, smíl og góð minnir Takk góði Gud fyri at tú gav mær hesar kvinnur