Kishore Kumar Hits

Signar í Homrum - Kærleikans mátt şarkı sözleri

Sanatçı: Signar í Homrum

albüm: Myrka nátt


Hon vildi ikki út, hon vildi ikki tað
Hoyrdi bilin starta, og hoyrdi hann fara avstað
Nú situr hon og hugsar, hví kom tað hartil
Tað ikki longur bar til
Náttin kemur á, hon finnur ongan frið
Hugsar um hana, sum hann nú er saman við
Tárini renna og hjartað upployst, og veit sær onga troyst
Hvar kann hon finna svar, nú onki er longur sum tað einaferð var
Leingist, og tráar at kenna, tvey hjørtu sum brenna sum kyndlar á nátt
Av kærleikans mátt
Hon savnar saman alt, alt sum er saman vavt
Myndir, brot og fløgur, tað sum týdning hevur havt
Hon orkar tað ikki, men veit at hon má
Minnunum koma frá
Ein hevði ringt í gjár, at vita hvussu tað stóð til
Var nakað hann kundi gera, skuldi hon bara siga til
Hon mintist á løtur, tá tey vóru góð,
Og áðrenn ein annar dróg
Kanska hon einaferð aftur, kann síggja tann loga
Sum bert ein, ið elskar sær

Поcмотреть все песни артиста

Sanatçının diğer albümleri

Benzer Sanatçılar