Kishore Kumar Hits

Signar í Homrum - Sorgblídni 2012 şarkı sözleri

Sanatçı: Signar í Homrum

albüm: Myrka nátt


Hví er tú so tunglynt og syrgin
Er tað nakað eg havi gjørt
Um eg havi so, fyrigev mær
Tí tú veit at eg ongantíð vil
Særa teg, pína teg,
Gera nakað sum kan skuffa teg
Tí eg vil læra teg, teg og meg
At elska og verja tað ímillum okkum er
Vit hava altíð, verið góð
Sjálvt um tíðin gekk okkum í mót
Men vit kendu at fræðið var sáað
Og vit lótu kærleikan ráða
Ikki nógv mundu um okkum gáa
Men vit lótu kærleikan ráða
Tí at eg elski teg, og tú elskar meg
Vit lótu onki koma í okkar veg
Og eg vil læra teg, teg og meg
At elska og verja tað ímillum okkum er
Tíðirnar broytast og vit fylgja við
Við somu kenslum og enn lið um lið
Vit eru góð enn og hava nú børn
Vit hava vunnið á lívsins ódn
Tí at eg elskaði teg, tú elskaði meg
Vit lótu onki koma í okkar veg
Og eg lærdi teg, teg og meg
At elska og verja tað ímillum okkum eg

Поcмотреть все песни артиста

Sanatçının diğer albümleri

Benzer Sanatçılar