Kishore Kumar Hits

Signar í Homrum - Tað er gott at elska şarkı sözleri

Sanatçı: Signar í Homrum

albüm: Myrka nátt


Í summar ein morgun, snimma tað var
Og sólin dagaði fram
Fingið mær upp í koppin av kaffi,
Og døggin av rútunum rann.
Sólstrálur klivu upp, skygdu burt skuggar,
Leitandi gólvinum inn
Funnu fram til tín á dýnuni mjúku
Og bóru tær dagin inn.
Tað er gott at elska, tað er gott at elska
Tað er gott at elska, kvinnu sum teg
Tú býður mær blídliga ein góðan morgun
Og drekkur títt kinverska te
Vøkru bláu eygu tíni
Svøvntung líta á meg
Fjált er at hoyra teg líðandi vakna
Og friðin eg kenni á tær
Tú ert tað dýrasta í mínum lívi,
Tú ert alt sum eg ynski mær
Tað er gott at elska...
Ei bert ein maður, men eisini pápi
Tað gleðina miklu ein fær
At kenna tær mjúku smáu hendur,
á morgni um hálsin á mær
At eg eina kvinnu sum teg skuldi fáa,
Er kærleikin einasta svar
Og tá vit inn í ta æviga flyta,
Vil eg elska teg líka nógv har
Tað er gott at elska...

Поcмотреть все песни артиста

Sanatçının diğer albümleri

Benzer Sanatçılar