Siti við gluggan, eygleiði fólk, Hugsa øll líka men tó, Ymisk vit eru, bítast í bólk, Við smíli og onnur so móð Hvat er tað sum ger tað, hví eru vit so Hvør er tað, sum gevur hesi boð Spurningin aldrin ein svara kann Leitaði, men ongantíð svarið fann Spyrja okkum sjálvið, hvar eru vit stødd Hoyri onnur rópa við stórari rødd Hvar eru vit, hvar eru vit fødd Sita og stúra, vita ei hví, Er hetta ein heilt onnur tíð Hava ei stundir, hoyra bert suð, Spyr okkum aftur um hví Sita og kjakast, men fáa ei svar, Vónandi vit kunnu koma nær. Spurningin aldrin ein svara kann Leitaði, men ongantíð svarið fann Spyrja okkum sjálvið, hvar eru vit stødd Hoyri onnur rópa við stórari rødd Hvar eru vit, hvar eru fødd Spurningin aldrin ein svara kann Leitaði men ongantíð svarið fann Spyrja okkum sjálvið, hvar eru vit stødd Hoyri onnur rópa við stórari rødd Hvar eru vit, hvar eru vit fødd Hvar eru vit, hvar eru vit fødd