Hon møtti honum í summar Fekk hansara nummar Men hon tordi ongantíð At taka stigið So nú hevur hon ligið Hvørja nátt og hugsa Hvat man hann gera Hvar man hann vera Kanski burdi hon skrivað Hon er í iva Tí hvat fer hann at siga Fer hann yvirhøvur at svara Ella kanska bara... Tiga Nú hevur hon lovað At hon kann ikki sova uppá tað meir Tí heir eru fleiri sum nú liggja framvið So hon kann ei blíva við At goyma seg Her í fjøldini Hon ætlar ikki At trekkja stykkið Men hon tímir ikki meir At gang' og bíða til Hann hevur tíð at Hyggja eftir henni Nú skal tað vera Onki annað at gera Tá stigið er tikið Er alt líkamikið Tí eitt Ja er ja og Nei er nei Hon ergrar seg Eitt tíðarskeið Og finnur onkra leið So nú hevur hon lovað At hon kann ikki sova uppá tað meir Tí teir eru fleiri sum nú liggja framvið So hon kann ei blíva við At goyma seg Her í fjøldini Ja nú hevur hon lovað At hon kann ikke sova uppá tað meir Tí teir eru fleiri sum nú liggja framvið So hon kann ei blíva við At goyma seg Her í fjøldini