Kishore Kumar Hits

Frændur - Føroyar şarkı sözleri

Sanatçı: Frændur

albüm: Frændur II


Hygg, fuglurin har uppi

Kaga upp í himmalin, sært tú fuglin har?
Frælsur vil hann flúgva nógv túsund míl frá tær
Hann breiðir sínar veingir út, veittrar tær farvæl
Tá ferðin er at enda, tú aftur fuglin sær
Tá er hann komin heim til Føroyar
Á køldum opnum havi spjaddar liggja tit
Grønar, vakrar oyggjar, hetta landið eiga vit
Tú dregur, tú argar, tað er títt sinnalag
Títt freka, blíða lyndi, sjarmerandi er tað
Soleiðis kenna vit teg, Føroyar

Flúgva fagrir fuglar, byggja reiður her
Og fiskur býr í sjónum, so langt sum eygað ber
At vitja fjallatindar mangur gleðir seg
Og spríkja goymdar keldur um vit bora ígjøgnum teg
Og verða vit ríkari tá, Føroyar?
Og hvør verður ríkari tá, Føroyar?
Hvat heldur tú um okkum, vit rópa okkum tjóð
Á flaggdegi um várarnar, tá tjøldur setast móð
Hvar eru tey, sum lovaðu at lekja tíni sár
Sum misprýða og vanvirða, ár eftir ár, eftir ár, eftir ár
Hvat heldur tú um føroyingar, Føroyar?

Við gittara og sangi eg spæli nú mítt lag
Sum um Føroyar var mín móðir og bað meg skriva tað
So eiggilig og gomul hon teskar, "barnið mítt
Eg vildi, at mítt ríkidømi so væl var býtt
Í millum tey, sum búgva her í Føroyum
Í millum tey, sum búgva her í Føroyum
So javnt millum føroyingar, Føroyar"

Поcмотреть все песни артиста

Sanatçının diğer albümleri

V

2010 · albüm

Benzer Sanatçılar