Við dreyminum og ryggsekki eg einaferð sum tú Tú ert ung og tað er nú Á, góða skalt tú fara kærleiksfull og rein út í hendan heim Men eri eg til reiðar nú tú ert ferðaklár Gjøgnum lívsins vár Eg berjist við mín iva og ótta mangan dag Nú tú skalt avstað Tað er nú tú skalt fara Tak tað góða við á tíní ferð Tað er nú tú skalt fara Út at síggja hesa verð Vakrir gamlir býir við lív og fólkasál Túsund mannamál Húsaveggir sveitta og handan skitnar út Náttin bjóðar út Vaknar tú av klokkum sum boða ljósan dag Og tú skalt avstað At vitja hægsta tornið at finna longstu brúgv Og tína vón og trúgv Tað er nú tú skalt fara Tak tað góða við á tíní ferð Tað er nú tú skalt fara Út at síggja hesa verð Mettast tú av sólini av salti og av strond Vitja onnur lond Vilt tú inn í borgirnar ella út til tey Tað lív sum mongum beyð Á leiðini ein fjallabygd har kærleiki er til Títt hjarta steðga vil Kanska eina heilsu tú sendir heim til mín Verðin nú er tín Tað er nú tú skalt fara Tak tað góða við á tíní ferð Tað er nú tú skalt fara Út at síggja hesa verð