Enn eg eri ungur Men tó ov gamal til tín Tey kalla meg svín Tí noyðist eg at rýma Enn er pengapungur alt ov tunnur Til at taka teg við Tað gerst ikki við Nú farið er at skýma Tá tíðin er røtt Og hjartað er fløtt Tá kemur tú við Tá klokkan er tólv Vit fara á gólv Og sova undir sólini Enn er sinnið tungt Tó nóg lætt til at taka eitt smíl Tað krevur sín stíl At sova undir sólini Áin er enn breið Grætur allar tínar tankar á sjógv Hon dugir sær ikki hógv Hon livir enn í vónini Tá tíðin er røtt... Men hasin luktur Rennur eftir mær Og nívur so tað forslær Hvar bleiv hann av? Tú vart mín Jesus Tú skuldi hanga fyri mína skyld Tað skuldi ganga eftir míni vild Men hvar bleiv grøðingin av? Hvar bleiv hon av? Tá tíðin er røtt...