Ommur siga søgur og bjóða børnum bomm Mín snakkar mest um Harley Davidson Á síni motorsúkklu buldrar hon framvið Og børnini tey siga, hon er einki ommulig Men hon er omma mín, hon er omma mín Hon er omma mín, hon er omma mín Gamlir menn teir tosa um útróður og jørð Abbi mín keypti sær trummusett í fjør Eisini ein gitar, hann smíða vil eitt hitt Og børnini tey siga, tað er einki abbaligt Men hann er abbi mín, hann er abbi mín Hann er abbi mín, hann er abbi mín Mammur vaska klæðir og baka onkuntíð Tá vit sparka fótbólt, mamma vil uppí Hon rópar og hon skumpar, er nokk so ógvislig Og børnini tey siga, hon er einki mammulig Men hon er mamma mín, hon er mamma mín Hon er mamma mín, hon er mamma mín Nógvir pápar fiska, pápi byggir um Kjallarin skal verða eitt akvarium Gongur millum krabbar, fluguskáp og blikk Og børnini tey siga, tað er einki pápaligt Men hann er pápi mín, hann er pápi mín Hann er pápi mín, ja hann er pápi mín Hann er pápi mín, hann er pápi mín Hann er pápi mín, hann er pápi mín